Tað er ikki tespiligt at hyggja eftir veðurforsagnunum fyri ólavsøkuna sum tær síggja út í kvøld.
Bæði Veðurstova Føroya og veðurtænastan her á Portalinum siga regn í morgin seinnapart og eisini út á kvøldið. Umframt tað, fitt av vindi.
Út á fyrrapartin ólavsøkuaftan, lækkar hann niður í eystan, minni enn 5 m/s. Skýggjað, lágt skýloft, og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki ella tám.
Seinnapartin veksur vindurin so líðandi til frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til samdrigið, og sum frá líður regn. Í annaðkvøld frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og samregn, í støðum nógv regn.
Seint í annaðkvøld sunnanfyri, og út á náttina norðanfyri, støkkur vindurin niður í landsynning ella sunnan og minkar til frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s, og tað slítur í til ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Ólavsøkuaftan kann okkurt æl fara at koma, sigur Veðurstovan. Fyrrapartin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, vestanfyri upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið, møgulig onkur sólglotti. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingini, sum frálíður lækkar niður í vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 12 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald