Løgreglan var væl fyrireikað tá Faroe Pride skrúðgongan var í Havn í gjár. Ein bilur koyrdi inn í mannamúgvu til Pride-tiltak í Berlin leygarkvøldið, so tískil var umráðandi, at løgreglan var væl umboðað.
Fleiri túsund - nøkur túsund í øllum førum - vóru til skrúðgongu, og tað gekk eisini væl at fáa øll fólkini yvir um ælabogateigin í Steinatúni.
Løgreglan gekk frammanfyri skrúðgonguna úr Gundadali oman á Vaglið (Mynd: Sverri Egholm)
Fá fólk tjóvstartaðu ólavsøkuna í nátt, og tað hava heldur ongir trupulleikar verið av hesum hjá løgregluni. Í dag er ólavsøka, og tá er løgreglan sjálvsagt aftur væl mannað og sjónlig í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald