Ólavsøkuaftan var ein lættur kjansur hjá løgreglufólkunum, sum vóru til arbeiðis í gjár, ólavsøkuaftan.
- Her var ikki meira at gera, enn eitt vanligt vikuskiftið í Havn, staðfestir vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Hóast sera nógv fólk vóru í býnum í gjár og í nátt, so hevur regnið sjálvandi havt eina ávirkan. Men vaktleiðarin takkar eisini samarittunum hjá Reyða Krossi fyri arbeiðið tey gera.
- Teirra innsatsur hevur gjørt arbeiðið hjá løgregluni so grúsommiliga nógv lættari, tí tey taka sær av teimum fólkunum, sum hava fingið ov nógv at drekka. Tað var eisini fantastiskt, at samarittarnir valdu at arbeiða ein tíma longur út á náttina, enn avtalað var, sigur vaktleiðarin.
Tveir persónar vórðu tiknir á løgreglustøðina hetta seinasta samdøgrið. Klokkan 17.20 fekk løgreglan fráboðan um ein persón, dýrandi fullur, sum lá og svav á vegnum. Hann var tikin at sova rúsin av sær, og varð leyslatin seinni út á kvøldið.
Klokkan tjúgu minuttir í tvey varð boðað frá, at ein persónur í býnum vísti ‘ógvusligan útatreagerandi atburð’. Løgreglan fór á staðið og handtók mannin og tók hann við á støðina, har hann varð koyrdur í klivan at avreagera.
Í veg út í morgun fekk hann eitt sektaruppskot við sær fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Nakað eftir klokkan eitt í nátt støðgaði løgreglan einum bili í Vágum, har bilførarin vísti seg at vera týðuliga ávirkaður. Blóðroynd varð tikin av viðkomandi, upplýsir vaktleiðarin.
Meira var ikki at skriva heim um av samdøgursrapportini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald