Russland hevur skuldsett Pavel Durov, stovnaran av boðtænastuni Telegram, fyri at hava verið til yvirgangsvirksemi og hevur sent altjóða boð um at handtaka hann.
Tað skrivar russiska tíðindastovan, Tass.
Tað er russiska trygdartænastan, FSB, sum metir at Telegram ikki hevur stongt rásir, kjatt og bottar, sum Ukraina brúkar.
Í eini fráboðan frá FSB verður, sambært AP, sagt, at umrødda boðtænastan verður brúkt av ukrainsku fregnartænastuni umframt yvirgangs- og øðrum víðgongdum felagsskapum til ‘at fyrireika og samskipa yvirgangsatsókninir, hópdráp og netsvik’.
Fyrr í ár setti Russland avmarkingar á tænastuna við teirri grundgeving, at tey vildu verja russiskum ríkisborgarum frá ólógligum og yvirgangssinnaðum innihaldi.
Telegram var annars ein av mest umtóktu boðappunum í Russlandi, og fekk stóra framgongd júst sum Russland gjørdi innrás í Ukraina, tí at tænastan kundi geva upplýsingar um kríggið, ið annars ikki vóru at síggja í statsstuðlaðu miðlunum.
Telegram varð sett á stovn í 2013 og er lýst sum aitt stað, har ein kann vera í frið fyri moderatum og skriva dulnevnd og harvið tryggari boð.
Stovnarin av tænastuni, Pavel Durov, er føddur í Russlandi, men rýmdi úr landinum í 2014.
Á sumri 2024 varð hann varðhaldsfongslaður í Paris í sambandi við ákærur um, at Telegram varð brúkt til ólógligt virksemi, eitt nú um rúsevnahandil og deiling av tilfari um kynsligan ágang móti børnum.
Pavel Durov hevur sjálvur ikki gjørt viðmerkingar til russisku ákærurnar, men vangamyndin hjá Telegram á X hevur deilt eitt uppslag, har Durov vísir millumfingurin.
— Telegram Messenger (@telegram) July 29, 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald