Innanlands

Løgreglan: Sera nógv fólk í býnum

Tað vórðu ikki nógv mál skrásett í nátt, men onkrar skuldsetingar vóru, og tað hava verið støður, har løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-30 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast nógv fólk vóru í býnum í nátt í sambandi við ólavsøkuna, hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni.

Tað vóru sera nógv fólk í býnum í nátt, og hóast ein stríður streymur av fólki byrjaði at ganga heim um tvey-tíðina eftir midnáttarsangin, var tað ikki fyrr enn klokkan seks í morgun, at tað ordiliga byrjaði at minka, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Upplýst verður, at løgreglan var til staðar í býnum, og vóru støður, har løgreglan mátti leggja seg uppí. Tó vóru ikki so nógv mál skrásett í nátt.

Løgreglan hevur hjálpt onkrum fullum fólki, og ein var so drukkin, at hann varð koyrdur á politistøðina at sova rúsin av sær.

Ein fær bót fyri ikki at vilja siga, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til at upplýsa, tá løgreglan spyr. Viðkomandi var eisini inni hjá løgregluni eina løtu at sissa seg, upplýsir vaktleiðarin.

Ein persónur verður skuldsettur fyri herverk fyri at sparka ein løgreglubil, meðan løgreglufólkini vóru farin at hjálpa samarittunum. Løgreglan veit, hvør viðkomandi er, og fær hann eina heilsan frá løgregluni seinni. Umframt bót verður endurgjald fyri skaðarnar kravt.

Í nátt varð eisini boðað frá, at ein persónur koyrdi við elrennihjóli í Eysturoyartunlinum. Tað er ikki loyvt, hvørki í tunlinum ella aðrastaðni, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at verður ein tikin á elrennihjóli, verður tað tikið. Viðkomandi varð skuldsettur og koyrdur til hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder