Í Týsklandi eru nærum 10.000 fólk deyð orsakað av hitanum í ár, metir týski heilsustovnurin Robert Koch-Institut (RKI) sambært Ritzau.
Tað er hægsta talið síðan 2016.
Heilt nágreiniligt verður mett, at tilsamans 9.800 fólk doyðu fram til 19. juli í ár av orsøkum, sum høvdu samband við hita.
Týskland hevur, eins og stórir partar av Evropa verið rakt av hitabylgju í summar, og sambært RKI eru meginparturin av áðurnevndu andlátunum í 2026 frá seinnu helvt av juni, har hitin í fleiri pørtum av landinum kom upp á 40 stig.
Seinastu vikuna - 13. til 19. juli - varð boðað frá umleið 1.900 andlátum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald