– Skulu komandi ættarlið bera byrðar betur enn undanfarin, skulu vit áhaldandi gera umstøðurnar hjá familjum lættari.
Soleiðis segði Beinir Johannesen løgmaður m.a. i ólavsøkufrágreiðing síni í gjár.
– Foreldur skulu sjálv kunna leggja barsilsfarloyvið til rættis eftir sínum tørvi. Tí tað eru fyrst og fremst tey, sum kenna tørvin hjá familjuni. Tí hevur samgongan sett sær fyri at gera barsilsskipanina smidligari, segði hann.
Beinir Johannesen nevndi ein skattafrían barnakekk á 20.000 krónur, sum verður latin, tá ein fær barn, barnafrádrátturin skal hækka í stigum næstu árini, og mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening skal eisini hækka.
Hesi eru átøk, sum skulu gera tað lættari at skapa eitt familjulív í Føroyum, segði løgmaður.
Í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreing løgmans stendur, at samgongan hevur sett sær fyri m.a. at leingja tíðarskeiðið, har foreldur hava rætt til barsilsfarloyvi til tvey ár og gera tað møguligt at fáa eitt lutfalsligt útgjald úr barsilsskipanini hetta tíðarskeiðið.
Á henda hátt verður tað møguligt hjá løntakaranum eftir avtalu við arbeiðsgevaran at byrja aftur at arbeiða parttíð í eitt tíðarskeið. Eisini er ætlanin, at tað skal bera til at goyma nakrar vikur við barsilspeningi í eitt áramál.
Ætlanin er, at foreldrini skulu fáa ein umsorganardag í part um árið, til barnið fyllir sjey ár, við útgjaldi úr barsilsskipanini. Barnakekkurin á 20.000 krónur verður eisini latin úr barsilsskipanini.
Sagt verður eisini, at farið verður undir at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening úr 31.922 krónur upp á 60.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald