Í dag er "Earth Overshoot Day". Tað er heitið á degnum, tá heimsins íbúgvar hava brúkt alt tað tilfeingið, sum Jørðin megnar at endurskapa uppá eitt ár.
Also hava heimsins íbúgvar tilsamans fiskað so mikið av fiski, felt so nógv trø, og brúkt so nógv vatn, sum náttúran klárar at endurskapa í ár, skrivar Global Footprint Network sambært DR.
Mannaættin hevur í ár brúkt náttúrutilfeingið 73 prosent skjótari, enn jørðin nær at endurskapa tað.
Sambært Global Footprint Network er ovurnýtsla orsøkin til, at Earth Overshoot Day fellur so tíðliga. Seinastu árini hevur Earth Overshoot Day ligið í juli ella august. Í fjør var Earth Overshoot Day 24. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald