Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fyllir sjeyti ár í dag. Í hesum sambandi veitrar Merkið við kommunuskrivstovuna honum til heiðurs – einum manni, sum stóran part av lívi sínum hevur tænt borgarunum, vinnuni, mentanini og ítróttinum í Tvøroyrar kommunu.
Kristin er føddur 30. juli 1956 og er sonur Vilborg Michelsen, fødd Joensen, og Mikkjal Michelsen, sum búðu undir Heygnum á Tvøroyri. Har hann vaks upp saman við eldru beiggjunum Niels Jacob og Daniel Jacob, tvíburabeiggjanum Poul Juul, Vilmund og systrini Sóley.
Røtur hansara eru djúpar á staðnum, og kærleikin til Froðba, Tvøroyri og Suðuroy hevur altíð verið ein týðiligur partur av honum. Í móðurætt er Kristin abbasonur mæta Hargaskaldi, Pól F. Joensen. Tað er heldur ikki torført at síggja nakað av sama fólksliga, skemtiliga og bersøgna lyndinum aftur í Kristini, sum abbin so hegnisliga festi á blað.
Í meira enn 23 ár hevur Kristin røkt borgarstjórastarvið á Tvøroyri. Í hesum tíðarskeiði hevur hann sett sín týðiliga dám á Tvøroyrar kommunu, Suðuroynna og føroyskan politikk sum heild.
Hann telist uttan iva millum drúgvastu, virknastu og litríkastu persónarnar í føroyskum politikki seinastu mongu árini. Sum borgarstjóri og politikari er hann kendur fyri sín sterka vilja, sína stóru ábyrgdarkenslu og sítt trúfesti móti Tvøroyri og Suðuroynni.
Av øllum londum í eyst og vest,
er føðilandið mær hjarta næst,
hitt fjallaheimið
í sorg sum gleimi
mær dámar best.
Hesi orðini hjá Pól F. hóska væl til Kristin. Hann er heimstaðarvinur um ein háls og hevur altíð havt stóran áhuga og djúpan tokka til alt, sum hoyrir náttúruni og heimstaðnum til.
Áðrenn Kristin gjørdist borgarstjóri, hevði hann eina fjølbroytta yrkisleið. Hann hevur bankaútbúgving, er útbúgvin timburmaður og starvaðist eisini í mong ár sum eykaløgreglumaður og fulltrúi á sýsluskrivstovuni á Tvøroyri.
Kristin varð fyrstu ferð valdur í býráðið á Tvøroyri í 1988. Eftir ein steðg varð hann aftur valdur í býráðið í 2000, og í 2003 varð hann valdur til borgarstjóra. Síðan tá hevur hann í fleiri valskeiðum staðið á odda fyri Tvøroyrar kommunu sum borgarstjóri.
Sum borgarstjóri hevur Kristin verið ein sjónligur og áhaldandi talsmaður fyri Tvøroyri. Hann hevur arbeitt fyri, at Tvøroyrar kommuna skal mennast, standa sterk og vera eitt gott stað at búgva, virka og liva.
Virki hansara hevur fevnt víða – frá kommunalum málum til menning av vinnu, ítrótti og mentan umframt góðar og fjølbroyttar tænastur til borgarar í øllum aldri.
Kristin hevur eisini sitið á Føroya Løgtingi, har hann hevur røkt fleiri álitisstørv, millum annað í Rættarnevndini, Uttanlandsnevndini og Fíggjarnevndini.
Men Kristin er ikki bara kendur sum borgarstjóri og politikari. Hann er eisini ein fólksligur maður, sum kennir fólk og ættarbond víða um. Hann hevur altíð eina góða søgu, eina viðmerking ella eitt hugnaligt prát á lofti.
Harumframt hevur hann stóran tokka til ítróttin, sum hann fylgir neyvt og leggur dent á, at ungu ættarliðini skulu hava góðar umstøður til at íðka ítrótt og mennast ítróttarliga.
Tvøroyrar kommuna ynskir Kristini Michelsen og tvíburabeiggja hansara hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum.
Ei alt, ið glitrar er stórt og gott,
tað ofta roynist, ið tóktist smátt,
hjá mær er heimi,
hvar enn eg sveimi,
mítt dreymaslott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald