2026-07-31 07:45
Løgreglan hevði eina lætta vakt í gjárkvøldið og í nátt, ljóðar frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun.
Eyka fólk var innkallað í sambandið við altjóða dystin á Tórsvølli millum HB og Motherwell úr Skotlandi. Um 1.350 fólk vóru til dystin, harav vóru um 130 áskoðarar frá skotska útiliðnum.
Men ongar avbjóðingar stóðu av skotsku gestunum. Úrsitið – 3-0 til Motherwell – var kanska viðvirkandi til, at alt gekk friðarliga fyri seg í býnum eftir dystin.
Sí eisini: Myndir: Motherwell ov stórur biti hjá HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald