Í Ceuta, einum lítlum sponskum landaøki við norðurafrikansku strondina, umgyrt av Marokko, hava tey hetta seinasta samdøgrið upplivað, at minst 50.000 flóttafólk eru streyma inn í økið.
Alt er ruðulleiki í Ceuta í dag, boða altjóða miðlar frá.
Spania eigur tvey landaøki fram við strondini í Marokko, Ceuta og Melilla. Hetta eru einastu EU-økini á afrikanska fastlandinum, og tí eitt mál hjá nógvum fólkum, ið vilja sleppa at flýggja til ES, uttan tó at skulu fara yvir hav.
Tey royna at klintra upp um hegnini uttan um økini, men eisini at svimja fram við strondini til lovaðu londini.
- Vit eru í eini totalari manniskjaligari og sosialari neyðstøðu, sigur borgarstjórin í Ceuta, Juan Jesús Vivas við spanskt sjónvarp.
Forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, og innanríkisráðharri hansara, hava í dag sett kós móti Ceuta.
Meloni vil hava Spania úr Schengen-samstarvinum
Longu nú eru hevur flóttafólkastreymurin sett dagsskránna millum evropeiskar leiðarar.
Harðastur er kritikkurin frá italsku forsætisráðkvinnuni, Giorgia Meloni, sum nú mælir til at koyra Spania úr Schengen-samstarvinum, ið er ES-avtalan, ið tryggjar fría rørslu millum tey 29 limalondini í felagsskapinum.
Meloni skrivar á X, at hon longur hevur sett seg í samband við avvarðandi myndugleikar hesum viðvíkjandi.
- Tá tað kemur til ólógliga innflyting, fara vit ikki at flyta okkum ein tumma: at verja mørkini, støðga menniskjahandli og tryggja heimsendingum, er framvegis politikkurin hjá hesi stjórnin”, skrivar hon víðari.
Eisini danski útlendinga- og tilflytingarráðharrin, Morten Bødskov, hevur latið frætta.
- Mørkini hjá ES mugu ikki skalast – heldur skulu tey styrkjast. Danmark hevur seinastu árini trýst hart fyri at hetta skal henda. Effektivt Schengen-samstarv er neyðugt her. Tað er ábyrgdin hjá limalondunum at tryggja uttaru mørkini, sigur hann í svari til Ritzau.
Førir ein opnari flóttafólkaflóttapolitikk enn grannalondini
Sosialistiski spanski forsætisráðharrin hevur fleiri ferðir víst á, at hann ynskir at føra ein meira mildan og opnan flóttafólkapolitikk enn grannalondini.
Í januar kom í gildi ein politisk avtala, ið gav pappírsleysum tilflytarum uppihaldsloyvi í eitt ár við møguleika fyri at leingja. Hesum hava ein millión fólk longu gjørt brúk av.
Franski innanríkisráðharrin, Laurent Nuñez, skrivar á X í dag, at Frakland nú herðir eftirlitið við fransk-spanska markið eftir nýggja flóttafólkastreymin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald