placeholder
Uttanlands

Ísland lagt hald á Bandero og handtikið skiparan

Skipið hjá Captain Paul Watson Foundation royndi at forða íslendskum hvalaskipi í gjárkvøldið

Hetta er seinasta myndin, Paul Watson Foundation hevur fingið frá Bandero, skriva tey á Facebook. Síðan hava tey einki frætt frá skipinum, skrivar felagsskapurin (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

Hetta er seinasta myndin, Paul Watson Foundation hevur fingið frá Bandero, skriva tey á Facebook. Síðan hava tey einki frætt frá skipinum, skrivar felagsskapurin (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

2026-07-31 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Manning frá íslendsku sjóverjuni, Landhelgisgæsluni, fór í gjárkvøldið umborð á skipið Bandero og handtók skiparan.

Talan er um eitt skip hjá umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, sum í løtuni er í íslendskum sjógvi fyri at forða íslendskari stórhvalaveiðu.

Morgunblaðið skrivar í morgun, at sjóverjan fór umborð, tí Bandero órógvaði hvalaskipið Hval 9 hjá felagnum Hval hf., og at hendingin fór fram innan fyri 12 fjórðinga markið.

Tað var sjóverjan sasman við servandari deild hjá ríkisløgregluni, sum fóru umborð á Bandero, tóku ræðið á skipinum og handtóku skiparan.

Eftir handtøkuna hevur Paul Watson gjørt viðmerkingar á sosialum miðlum. Hann sigur seg fegnast um møguleikan fyri nú at gera vart við íslendsku hvalaveiðina í størri altjóða høpi. Ein hvalaveiða, sum sambært honum er bæði ólólig og óetisk. Hann vísir á, at stórhvalaveiða ikki er loyvd sambært ES-lóg, og felagsskapur hansara fer tí at nýta høvi til at gera sítt til at gera vart við hetta, og at íslendsku ætlanirnar um ES-limaskap harvið verða órógvaðar.

Bandero er nú førdur til Reykjavíkar, og liggur í Sundahöfn í Reykjavík. 

[object Object]Bandero á veg inn í Sundahöfn í Reykjavík (Mynd: RÚV)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder