2026-08-02 09:17
Í nátt var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður inni á Skálafjørðinum.
Bilførarin varð steðgaður klokkan eitt í nátt, og vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.
Bilførarin varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og síðani varð hann leyslatin aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið sum heild hevur verið friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald