Í komandi viku byrja tingingar um politisku framtíðina í Venesuela.
Talan verður um ein fund í høvuðsstaðnum Caracas, har partarnir hittast andlit til andlits, boða bæði stjórnin og andstøðan í suðuramerikanska landinum frá.
Venesuela hevur verið merkt av politiskum ófriði, síðan amerikanski herurin koyrdu fyrrverandi forsetan, Nicolás Maduro frá í januar, og í juni varð landið rakt av tveimum stórum jarðskjálvtum, sum sambært Ritzau hava kravt fleiri enn 5.500 mannalív.
Síðan Maduro varð koyrdur frá, hevur Delcy Rodrígues, sum var varaforseti undir Maduro, verið virkandi forseti undir eftirliti av USA.
Jorge Rodríguez, formaður í venesuelska tjóðartinginum og beiggi Delcy Rodríguez, sigur, at partarnir eru samdir um at hittast í Caracas í komandi viku.
Hann sigur, at ein greið dagsskrá við greiðum málum er fyrireikað, og fer fyrsti fundurin at snúgva seg um at hjálpa teimum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum, at styrkja fólkaræðið, og um politisk rættindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald