Uttanlands

Hava funnið likið av Nirmal Purja

Líkið av kenda fjallaklintraranum varð funnin umleið 5.700 metrar uppi á fjallinum Broad Peak í Pakistan saman við likum av trimum øðrum

Nirmal Purja (Mynd: Navesh Chitrakar/Reuters/Ritzau Scanpix)

Nirmal Purja (Mynd: Navesh Chitrakar/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-02 17:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið er váttað, at viðurkendi bretsk-nepalesiski fjallaklintrarin Nirmal Purja er deyður, og at lík hansara er bjargað, upplýsa bjargingarfólk.

Purja varð funnin umleið 5.700 metrar uppi á fjallinum Broad Peak í Pakistan. Líkið av trimum øðrum fjallaklintrarum vórðu eisini funnin, skrivar DR.

43 ára gamli Purja var ein av tíggju fjallaklintrarum, sum lótu lív í einum skalvalopi hósdagin.

Nirmal Purja er kendur fyri at hava klintrað upp á allar heimsins 14 fjallatindar yvir 8.000 metrar upp á eitt sindur meira enn eitt hálvt ár í 2019.

Broad Peak er 12. hægsta fjallið í heiminum og verður mett sum eitt av mest abjóðandi fjøllunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder