Innanlands

Styrkt samstarv og økt virksemi kring Føroyar

Á fundi í dag vóru partarnir samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Jeppe Bruus, danskur verjumálaráðharri (Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið)

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Jeppe Bruus, danskur verjumálaráðharri (Mynd: Uttanríkis- og fiskimálaráðið)

2026-08-02 23:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag hitti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus, sum vitjar í Føroyum á fyrsta sinni. Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.

Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar, harímillum VØRN. Millum annað kann talan verða um felags venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

- Í verandi trygdarpolitiska landslagnum er tað ein greið raðfesting at styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum,  og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Umframt fundin í Tinganesi vitjaði verjumálaráðharrin Føroya Tele og á Sornfelli saman við landsstýrismanninum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder