Iranar samráðast ikki við amerikanarar í løtuni, sigur talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum sambært Ritzau.
– Vit samráðast í løtuni ikki við USA. Vit samráðast við Oman fyri at tryggja ferðsluna gjøgnum Hormuzsundið.
Hendan fráboðanin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at USA og Iran skulu fara undir samráðingar seinnpartin.
Men í hesum døgum hava iranar hvørki ætlanir um at taka ímóti nakrari sendinevnd ella senda nakra sendinevnd av stað, sigur talsfólkið hjá iranska uttanríkismálaráðnum.
Les eisini: Samráðingar við Iran byrja í dag
Í gjár segði iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi, at tey vóru farin undir síðstu umfarini av samráðingum við Oman um Hormuzsundið.
Samráðingarnar løgdu dent á at fáa eina semju um eina nýggja leið gjøgnum sundið, segði talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum.
Lagt varð afturat, at samráðingarnar einki samband hava við upplating ella afturlating av sundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald