Frákoyrdi venesuelski forsetin, Nicolás Maduro sigur, at samskifti millum virkandi stjórn og andstøðu í suðuramerikanska landinum er kærkomið.
– Einhvør leið til samskifti, sum kann slóða fyri friði, samtilveru og semju millum venesuelar er kærkomin, skrivar hann á boðtænastuni Telegram.
Maduro og kona hansara, Cilia Flores hava sitið í fongsli í New York í USA, síðan tey vórðu tikin av amerikanska herinum fyrst í januar.
Sambært Ritzau er ikki greitt, hvussu Maduro hevur megnað at almannakunngjørt boðini á Telegram.
Hann hevur tó javnan samskift við sakførarar sínar, meðan hann bíðar eftir, at rættarmálið móti honum byrjar 1. juni 2027.
Venesuela hevur verið merkt av politiskum ófriði, síðan amerikanski herurin koyrdi Maduro frá 3. januar. Síðan hevur Delcy Rodríguez, sum var varaforseti undir Maduro, verið virkandi forseti í landinum.
Stjórnin og andstøðan í Venesuela boðaði um vikuskiftið frá, at tingingar um politisku framtíðina hjá suðurmaerikanska landinum skulu byrja hesa vikuna.
Les eisini: Venesuela: Fundast um politisku framtíðina í komandi viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald