Í dag eru 30 ár síðan flogvanlukkuna í Selvík, har níggju fólk - fimm ferðafólk umframt manningin, sum taldi fýra - lótu lív.
Í hesum sambandi verður minningarhald bæði í Føroyum og í Danmark.
Í Føroyum verður dagurin markeraður við gudstænastu í Sørvági umftamt minningarhaldi við minnisvarðan, sum varð reistur í 2021.
Í sambandi við minningarhald er landsvegurin millum Sørvág og Bø eisini stongdur frá klokkan 11.15 til 12.15, upplýsir løgreglan.
Í kvøld verður minningarhald og gudstænasta í Holmens kirke í Keypmannahavn.
Tað var 3. august 1996, at nýútnevndi danski verjuovastin, Hans Jørgen Garde saman við konu síni og trimum herfólkum lótu lív undir innflúgving til Vága floghavn.
M.a. danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus luttekur í minningarhaldinum í Føroyum og í Danmark, skrivar danska verjumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald