Í dag eru 30 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Vágum, tá eitt Gulfstream flogfar hjá donsku verjuni undir innflúgving til flogvøllin datt niður í Selvík. Níggju fólk lótu lív.
Í hesum sambandi varð skipað fyri minningarhaldi í Sørvági, sum landsstýrismaðurin við uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, tók lut í, skrivar Uttanríkis- og Fiskimálaráðið.
Minningarhaldið varð hildið við minnisvarðan fyri flogvanlukkuna, ið stendur við Bíggjarvegin beint yvir av økinum, har flogfarið datt niður.
Á minningarhaldinum bóru Søren Gade, fólkatingsformaður, Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, bóru fram minningarrøður, áðrenn kransar vórðu lagdir til minnis um tey, sum lótu lív. Eisini ovastin fyri donsku verjuna, Michael W. Hyldgaard, segði nøkur orð.
Eisini varð heiðurstekin latið føroyskum og donskum bjargingarfólkum sum viðurkenning fyri teirra avrik í sambandi við flogvanlukkuna.
-
-
Michael W. Hyldgaard, verjuovasti
-
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, Jeppe Bruus, verjumálaráðharri og Søren Gade, fólkatingsformaður (Mynd: umfr.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald