Mentan

Eyka konsert við Rasmus Lyberth á Reinsarínum

Konsertin leygarkvøldið 12 september er útseld, og vegna stóra áhugan verður ein eyka konsert fríggjakvøldið 11 september

2026-08-03 19:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein av størstu norðurlendsku røddunum vitjar í Føroyum.

Fríggjakvøldið 11. september verður ein heilt serlig konsertuppliving við Rasmus Lyberth á Reinsarínum.

Við síni sermerktu rødd, nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju verið ein av mest týðandi mentanarrøddunum í Grønlandi og Norðuratlantshavi. Við støði í grønlendskari mentan, søgum og lívsroyndum skapar hann konsertir, sum bæði eru rørandi, kraftmiklar og lívgevandi.

Á skránni verða bæði væl kendir sangir og nýggjari tónleikur, kryddað við persónligum frásagnum, skemtiligum søgum og djúpum hugleiðingum.

Hetta verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva ein sannan listamann, sum hevur rúnarbundið áskoðarar kring allan heim í meira enn 50 ár.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder