placeholder
Innanlands

Enn ein ólógligur ferðaleiðari tikin

- Hevur goldið sektina á 10.000 krónur

Funningur (Savnsmynd: Runavíkar havn)

Funningur (Savnsmynd: Runavíkar havn)

2026-08-04 08:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan fór í gjár ein túr í hagan oman fyri fjøllini í Funningi har eitt lið av útlendingum gekk og tók myndir.

Illgruna var um, at tey ferðaðust við ólógligum ferðaleiðara.

Og so var. Talan var um ein bólk á átta fólk, sum vóru komin til Føroya á einum túri, sum ein rumenskur ferðaleiðari skipaði fyri.

Tað vísti seg, at rumenin ikki hevði kravda arbeiðsloyvið.

Ferðaleiðarin greiddi løgregluni frá, at hann ikki visti um, at neyðugt var at hava arbeiðsloyvi fyri at skipa fyri slíkum túrum.

Maðurin tók við eini sekt á 10.000 krónur, og hevur longu goldið hana. Men enn er ikki avgjørt um hann møguliga skal vísast av landinum eisini.

Hetta skal vendast við ákærumyndugleikanum og donskum myndugleikum fyrst, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder