placeholder
Uttanlands

Skundfundur í ES um flóttafólkastøðuna

Tamarhald er fingið á kreppustøðuni, sum uppstóð í spanska býnum, Ceuta, í Norðurafrika í farnu viku

Afrikansk flóttafólk í Ceuta á veg aftur yvir um markið til Marokko (Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)

Afrikansk flóttafólk í Ceuta á veg aftur yvir um markið til Marokko (Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-04 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kreppufundur er í ES-samstarvinum í dag at viðgera støðuna eftir at umleið 60.000 flóttafólk í farnu viku sluppu gjøgnum markið úr Marokko til spanska Ceute-økið í Norðurafrika.

Á fundinum skulu innanríkisministararnir í ES greiða støðuna eftir nakrar dagar, har ósemjur og skuldsetingar hava ferðast tvørtur um landamørkini í ES-samstarvinum.

Funnist verður at Spania fyri at hava ‘sett hol á’ uttaru mørkini í Evropa, meðan Spania kallar fleiri ES-leiðarar fyri sjálvsøknar og ósolidariskar.

Sokallaða brævakríggið millum Spania og fleiri av ES-londunum leikaði hart á um vikuskiftið. Fríggjadagin boðaði italski stjórnarleiðarin, Giorgia Meloni, á X frá, at landið fyribils fór at slíta Schengen-samstarvið við Spania.

Avgerðin fekk undirtøku í Finnlandi og Kekkia, meðan danski stjórnarleiðarin, Mette Frederiksen, boðaði frá, at ES átti at umhugsa av koyra Spania út úr Schengen-samstarvinum.

Leygardagin bað spanski stjórnarleiðarin, Pedro Sánchez, so um at halda ein felags fund um støðuna.

Hetta fekk undirtøku. Tað framgekk í einum felags brævi, undirskrivað av 22 av stjórnarleiðarunum í ES-londunum.

Í brævinum bóðu stjórnarleiðararnir um ein skundfund fyri at endurskapa eitt effektivt eftirlit við uttaru mørkini hjá ES og forða fyri fleiri líknandi fólkaflóttastreymum.

Londini ávaraðu eisini ímóti einum hugburði, sum eggjar flóttafólkum at leita sær móti Evropa, eins og tað hendi, tá Spania í juni tók avgerð um at geva uppihaldsloyvi til eina hálva millión fólk uttan lóglig innferðarskjøl.

Pedro Sánches, fordømdi hesi boðini, og kallaði tey fyri ‘egoistisk’ og bygd á falstíðindi.

Sambært sponskum og ES-myndugleikum, eru flestu flóttarnir í Ceuta nú sendir heimaftur, og ongin teirra er sloppin víðari til evropeiska meginlandið.

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, rósti í gjár Spania fyri handfaringina av kreppuni. Samstundis segði hon, at hendingin vísir á tørvin á at stýra markaeftirlitini og økja um talið á ólógligum flóttum, ið verða sendir heimaftur.

Spanski limaskapurin í Schengen-samstarvinum er ikki á dagsskránni fyri fundin í dag. Heldur verður roknað við, at limalondini fara at stuðla Spania og rósa landinum fyri handfaringini av kreppustøðuni í Ceuta, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder