Uttanlands

SpaceX-rakett rakar mánan um eina løtu

Talan er um ein part av eini rakett, ið varð send út fyri hálvum øðrum ári síðani, og sum eftir ætlan skuldi verið brendur upp í atmosferuni

(Mynd: Marco Bertorello/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Marco Bertorello/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-05 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein partur av eini rakett hjá rúmdarfelagnum SpaceX rennur seg inn í mánan nú í morgun.

Tað skriva CNN og BBC.

Talan er um ein part av Falcon 9-rakettini, ið varð send út 15. januar 2025.

Ein talsmaður fyri NASA, Jimi Russell, sigur, at ongin vandi er fyri okkum á jørðini. Samanstoyturin hendir umleið klokkan 07.35 okkara tíð, við eini ferð á umleið 8.690 kilometrar um tíman.

Talan er um ein part av rakettini, sum ætlandi skuldi enda við at kolast upp í atmosferuni, men sum broytti kós og endaði við at fara í eina kós móti mánanum, skrivar TV2.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder