2026-08-05 08:45
Í gjár, nakað eftir klokkan 9 varð boðað frá grind í Nólsoyarfirði.
Mett var, at grindin var stór, um 180 hval, og hon svam stillisliga norðureftir.
Grindin slapp at svimja sín egna sjógv. Nú eins og áður verður mett, at nóg mikið av grind er í kaggunum á hesi leið, og í samráð við grindaformenn, tók sýslumaðurin avgerð um at lata grindina sleppa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald