2026-08-05 09:24
Í samstarvi við narkodeildina gjørdi ferðsludeildin hjá løgregluni eitt átak í gjárkvøldið, har fleiri bilar vórðu kannaðir fyri narko.
Servandur hundur var til staðar fyri at snodda seg fram til møgulig ólóglig rúsevni.
Men einki varð funnið, hóast 130 bilar vórðu støðgaðir.
Kanningarnar vórðu gjørdar í Leirvík um 20-tíðina og í Árnafirði um 21.30 tíðina, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald