Innanlands

Vestmannadagar vera aftur í september

Lagt verður fyri mikudagin 2. september og næstu dagarnar vera nógv spennandi tiltøk í Vestmanna - siðbundin sum nýggj

2026-08-05 18:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru.

Vestmannadagarnir byrja mikudagin 2. september og halda fram til og við sunnudagin 6. september.

Á skránni verður okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu og væl umtóktu tiltøkini verða sjálvsagt aftur í ár – millum annað felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til.

Skráin verður kunngjørd í næstum.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder