Mentan

Betesda letur aftur dyrnar upp

Samkoman hevur opið hús á Summarfestivalinum

2026-08-05 16:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn einaferð letur Betesda dyrnar upp á Summarfestivalinum.

Samkoman í Klaksvík sum liggur beint uttanfyri økið, bjóðar inn og ymiskt verður eisini á skránni.

Dyrnar lata upp klokkan 20:30, og fríggjakvøld og leygarkvøldið verða sangløtur um midnáttarleitið, har ávikavist ungdómur í Betesda og sangbólkurin Vitin skipa fyri.

- Øll eru vælkomin til eina hvíld, ein góðan drekkamunn og eitt gott prát, verður sagt úr Betesda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder