Nógv hendir á FM1 og her á Portalinum fyrrapartin og út á hósdagin.
Klokkan 10 hevur Heri Wang Danielsen í Summarsendingini vitjan av Daniu O. Tausen sum fer at syngja og spæla nøkur løg. Hetta verður eisini stroymt á Portalinum.
Klokkan 10:45 hita vit upp til hondbólt í Serbia, sum verður vístur á Portalinum og hoyrist á FM1. Føroyar spæla plaseringsdyst móti Norðurmakedonia klokkan 11 og skulu royna at tryggja sær HM-pláss næsta ár.
Tá hondbólturin er liðugur, er Heri Wang Danielsen komin til Klaksvíkar og fer at senda frá Summarfestivalinum, sum verður skotin í gongd hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald