2026-08-06 07:55
Eitt lítið ferðsluóhapp var á Nýggjavegi í Klaksvík um hálvgun sjey tíðina í gjárkvøldið.
Ein bilur rendi á ein annan bil í einum krossi. Útsýni var ikki so gott, varð sagt, men bilførarin verður kortini skuldsettur fyri ikki at hava hildið sína víkiskyldu, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Talan var um ein lítlan samanstoyt. Ongin kom til skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald