Rumenski ferðaleiðarin, sum stóð á odda fyri einum ferðaliðið, sum var komið til Føroya at fotografera, sleppur ikki aftur inn í landið komandi tvey árini.
Ferðaleiðarin varð handtikin mánadagin í haganum oman fyri Funning.
Les: Enn ein ólógligur ferðaleiðari tikin
Maðurin segði seg ikki vera vitandi um, at tað krevur serligt loyvi at virka sum ferðaleiðari í Føroyum. Hann viðgekk seg sekan, og tók ímóti og rindaði eina sekt upp á 10.000 krónur.
Fyrr í vikuni segði løgreglan, at bíðað var eftir ákærumyndugleikanum og donskum myndugleikum um, hvørt maðurin møguliga skal vísast av landinum.
Avgerðin kom í gjár. Maðurin skal ikki vísa seg her í tvey ár. Hann er farin av landinum aftur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald