Fjórða hitabylgjan í ár herjar í dag yvir Italia. Og í hesum sambandi hevur italska heilsumálaráðið sent út ávaring um vandamikið veður í teimum 27 størstu býunum í landinum.
Í fleiri býum kann væntast hiti oman fyri 40 stig í dag, og tað eru útlit til, at hitabylgjan herjar ta komandi vikuna.
Myndugleikarnir heita á fólk um at lata vera við at vera í sólini millum klokkan 11 og 18. Eisini verður mælt til at drekka nógva vætu og klæða seg í løtt og ljós klæði.
Seinastu tvey samdøgrini eru minst fýra persónar deyðir orsaka av hitanum í italia, skrivar The Guardian.
![]()
Windy.com fyri løtu síðani
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald