Tað stendur á jøvnum millum veljarar um hvørt Ísland skal taka samráðingarnar við ES uppaftur. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt.
Fólkaatkvøða verður í Íslandi leygardagin 29. august. Hetta er ikki ein fólkaatkvøða um ja ella nei til ES limaskap, men um hvørt Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um møguligan ES-limaskap.
Spurningurin, sum íslendski veljarin skal taka støðu til er (nøkulunda) soljóðandi: Skulu samráðingarnar um íslendskan ES-limaskap halda fram?
Veljarakanningin vísir, at tað stendur á jøvnum millum ja- og nei-atkvøðurnar – 46 prosent í part. Restin av teimum, ið hava svarað, 8 prosent, hava ikki tikið støðu til spurningin enn.
Gallup gjørdi kanningina fyri felagsskapin Áfram Ísland. 1996 fólk vórðu spurd og 804 svaraðu. Áfram Ísland er ein fylking, ið er stovna fyri at arbeiða ímóti at ES-samráðingarnar verða uppafturtiknar.
Tølini í veljarakanningini vísa, at í høvuðsstaðarøkinum er meiriluti, 55 prosent, fyri at taka samráðingarnar uppaftur, meðan tað er ein helmingur av teimum, sum búgva uttan fyri sjálvan høvuðsstaðin, sum er fyri, meðan góð 40 prosent eru ímóti.
Politiskt sæst størst vilji at samrát í stjórnarflokkunum, serliga Viðreisn og Samfylkingini har ávikavist 93 og 89 eru fyri.
Mótstøðan er størst í andstøðuflokkunum. 95 prosent av veljarunum hjá Miðflokkinum siga nei, 82 prosent av sjálvstæðisveljarunum og 69 prosent av framsóknarveljarunum, skrivar RÚV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald