Mentan

Jazzur í Listastovuni

Mothers boy spælir modernaðan jazz við norðurlendskum dámi. Tónleikararnir koma úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum

2026-08-06 17:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir summarsteðgin letur Listastovan í Miðvági aftur dyrnar upp fyri livandi tónleiki. Fyrsta konsertin verður við altjóða jazzbólkinum Mother Boy, sum savnar fýra frægar jazztónleikarar úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum.

Mother Boy spælir modernaðan jazz við einum norðurlendskum dámi. Vibrafon, altsaksofon, bassur og trummur skapa ein ljóðheim, sum hvílir á einari sterkari rútmiskari grund.

Samspælið er frítt og ævintýrligt, men samstundis merkt av nærleika og inniligheit. Tónleikurin verður skaptur í løtuni, og við dirvi flyta tónleikararnir seg út um vanligu karmarnar fyri modernaðan jazz.

Mother Boy eru:
•       Kika Sprangers – altsaksofon
•       Sasha Berliner – vibrafon
•       Bárður Reinert Poulsen – bass
•       Simon Olderskog Albertsen – trummur

Mother Boy spælir Í Listastovuni í kvøld, hóskvøldið 6. august, klokkan 20.30.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder