Going For The One er rockbólkur úr Keypmannahavn. Tær hava seinastu tíðina gjørt vart við seg á festivalum og konsertum í Danmark, og nú eru tær fyri fyrstu ferð komnar til Føroya at spæla konsert.
Going For The One spælir á nýggja pallinum á Torginum á Summar Festivalinum í kvøld. Tær spæla melodiøsan, lívligan og popputan rocktónleik.
![]()
– Vit eru sera spentar til konsertina á Summar Festivalinum. Hetta verður nakað annað, enn vit eru vanar við, og tað verður spennandi at uppliva. Vit spæla glaðan popprock, og vit koma við nógvari orku. Tað er lív í okkum, tá vit spæla, siga tær í rockbólkinum.
Konsertin við Going For The One verður á Torginum í kvøld klokkan 21.
Lurta eftir tónleikinum hjá Going for the One her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald