Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í gjár

Eingin fólkaskaði var, upplýsir løgreglan

(Mynd: Justinus Eidesgaard)

(Mynd: Justinus Eidesgaard)

2026-08-07 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá tveimum ferðsluóhappum.

Eitt lítið ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum, har ein bilur mátti bremsa fyri einum seyði, sum rann tvørturum vegin. Bilurin, sum koyrdi aftanfyri bar við afturpartin á honum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at skaðin var lítil.

Eisini var eitt ferðsluóhapp við Hellurnar, har ein bilur fór útav vegnum.

Bilurin fekk skaða, men eingin fólkaskaði var, upplýsir vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder