Sunnudagin 9. august klokkan 15 verður serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.
Árliga siðvenjan savnar væl av fólki hvørt ár. Í ár verður Ida Lykke Kannuberg prestur.
Um viðrar verður leitað aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minni yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum, skriva fyriskiparar.
Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí. Ofta í ivaveðri.
Tónleikur verður ikki spardur uppá - har Eiðis Ljómfelag aftur leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald