Harðmælti sangarin úr Miðvági, Sámal Ravnsfjall, hevur funnið sær ein góðan makkara í tí naka yngri Benjamin Petersen.
Tað upplivdu vit á fyrstu konsertini í stóra tjaldinum á Summarfestivalinum hóskvøldið.
Eitt gott match, teir báðir – serliga tí at Benjamin við sínum frálíka guittarspæli leggur nakað aftur at stóra repertoir’inum hjá Sámali.
Hetta var vistnokk fyrsta framførsla hjá hesi konstellasjónini, og tí var júst sangvalið nakað, sum vit bíðaðu eftir í spennindi.
Teir lovaðu at heiðra farna og nógv saknaða vágaskaldið, Jóan Jakku Guttesen, og vit fingu frálíkar versjónir av t.d. ‘Rumbuldós’, ‘Cajun Baby’, ‘Bommilomm’, men vit fingu onki av hittunum hjá Tinganest, og heldur ikki ‘trappuna hjá Lenu’, ‘medistaran’ ella ‘Húsabrekku Blues’.
Benjamin framførdi sínar kæru sangir, ið hann skrivaði í AVE saman við Peturi Pólsson, ‘Rekaviður’ og ‘Arr’. Benjamin framførdi eisini ‘timburmenninar’ hjá Símuni Konoy og so gav Sámal okkum eisini eina frálíka útgávu av ‘Hálvgun mestsum ov’ hjá Kára P. Og so ein fyri okkum ókendan sang hjá Anniku Hoydal, ‘Tíðin’, sum var mest óvæntaða innslagið á hesi frálíku konsertini.
![]()
Going for the One (Mynd: Jens Kr. Vang)
Riggar betur á torginum
Næsta konsertin var ein donsk rokktrio við ungum kvinnum á miðbýartorginum. Í mun til undanfarin ár, er pallurin fluttur 90 stig yvir í tromina á Bøgøtu. Pallurin er eisini vorðin væl størri, og tað riggar frálíka væl – nógv betur.
Vit fingu svingandi rokktónleik frá ókendu donsku kvinnunum í Going for the One, tó uttan nakrantíð at gerast nakað stórt upplivilsi.
Kvæðini rukku ikki heilt út á Vágsbø
Klokkan 22 var so túrurin komin til høvuðsupplivingina hetta fyrsta kvøldið á festivalinum. Hamradun á Vágsbøi. Og fyri okkum, ið kanska vóru nakað sein oman á bøin, gjørdist hetta heldur ikki nakað stórt upplivilsi.
Orsøkin var ikki, at tað nú var farið at sirma. Harafturi, sum vit stóðu, var ljóðið ikki gott. Gott við stórum skíggjum við pallin, men irriterandi seinking, delay, í mun til myndirnar. Vit høvdu trupulleikar við at hoyra guittararnar og hoyrdu als einki til bakgrundssangararnar/kvøðararnar, sum eisini vóru á pallinum.
Hamradun (Mynd: Jens Kr. Vang)
Mergjaði skiparin, Pól Arni Holm, royndi at gera sítt til at fáa lív í fjøldina, men har afturi, sum vit stóðu, merktu vit ikki hjartaslátturin – funnu ongantíð stevið. Tónleikurin hjá Hamradun er stórbærur, men ikki altíð fangandi. Tá tónleikurin er so lutfalsliga einfaldur í sínum arrangementi, so tørvar honum meira fangandi niðurløg til fjøldina at syngja við til.
Niðurløg fingu vit við gomlu kvæðunum og vísunum, eitt nú ‘Vel op før dag’ í Sinklars vísu, ið varð kvøðin á tamb við niðurlag millum hvørt einasta av teimum 21 ørindunum. Slíkt heldur ikki stemninginum uppi, og tað er spell.
Sigandi, at einasti sangur, ið veruliga fekk fjøldina upp í gear var tá teir í Hamradun trivu í ‘førgu blómu’ hjá Hargaskaldinum.
Vit vita ikki um lagið á fjøldini kom upp á kók seinni út á náttina á Vágsbøi. Tá Italo Brothers koma á pall vóru vit fleiri, sum høvdu takkað fyri okkum..
Sí myndirnar frá hósdegnum her
Her fyrrapartin hevur regnað illa í Klaksvík. Vónin er, at veðurfólkini fáa rætt, og at tað verður betur veður, tá tónleikurin byrjar aftur í kvøld.
Á torginum spæla Heini Lützen, Herborg Torkilsdóttir og Jens Marni
Í gjaldinum Lena Anderssen, Aggrasoppar og DJ Maria Fagranes
Og á stóra palli Eyðun Nolsøe, Rasmus Seebach, Dynamitt og Grandma's Basement
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald