Eftir góða hóskvøldið heldur Summar Festivalurin fram í dag við konsertum frá útlendskum og føroyskum høvuðsnøvnum.
Rasmus Seebach verður roknaður sum høvuðsnavn á Summar Festivalinum í ár, og hann hevur konsert á Vágsbø í kvøld klokkan 22. Hann hevur óvanliga nógv útgerð við til Føroya, tí hann ætlar at seta sama stóra show upp í Føroyum, sum hann plagar at hava á donskum festivalum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyri mong er Dynamit eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum, og í øllum førum megna teir at savna sera stórar fjøldir á Vágsbø og at fáa gott lív í. Dynamit spælir klokkan 01.
Í kvøld spæla eisini Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe, Grandma's Basement, Aggrasoppar, Maria Fagranes, Heine Lützen, Herborg Torkilsdóttir og Jens Marni Hansen.
Fyrsta konsertin verður klokkan 19 og tann einasta klokkan 03 í nátt.
Silvaland, sum er fyri børnini, hevur opið frá klokkan 15 til 19, og har vera aktivitetir, spøl, undirhald og framførslur frá Bjarka úr Hoydølum og Operettunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald