Innanlands

Omanfyri 50 milliónir nýttar til viðlíkahald og dagføringar av prestagørðunum

Í løtuni hýsa 18 av teimum 20 gørðum, ið fólkakirkjan eigur, eini prestafamilju

(Mynd: Folkakirkjan.fo)

(Mynd: Folkakirkjan.fo)

2026-08-07 18:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíggju árini eru omanfyri 50 milliónir krónur nýttar til viðlíkahald og dagføringar av prestagørðunum í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Kirkjugrunnurin, ið Føroya Stiftsstjórn umsitur, eigur og rekur prestagarðarnar. 

Stiftsstjórnin setti sær sum mál longu í 2008, at garðarnir skulu vera í góðum standi, og síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum føroyskt málsøki í 2007, eru flestu prestagarðarnir dagførdir.

Føroya Stiftsstjórn valdi at dagføra prestagarðarnar úti um landið millum teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri.

Teir kirkjubókaførandi sóknarprestarnir hava bústaðarskyldu. Teir hava skyldu at búgva í prestagarðinum. Í løtuni hýsa 18 av teimum 20 gørðum, ið fólkakirkjan eigur, eini prestafamilju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder