Seks fólk hava í dag latið lív í einum skottilburði á einum skúla norðanfyri tailendska høvuðsstaðin Bangkok.
Millum tey deyðu er ein 14 ára gamal persónur, sum verður hildin at standa aftanfyri. Sambært løgregluni var hann næmingur á skúlanum, og beindi hann fyri sær sjálvum, skrivar Ritzau.
Áðrenn hann fór á skúlan, skeyt hann ommu og abba sín í heimi teirra. Sambært løgregluni átti abbi hansara pistólin, sum varð brúktur.
Teir, sum lótu lív í hendingini vóru starvsfólk á skúlanum.
Umframt teir seks, sum lótu lív, vórðu 23 aðrir persónar særdir.
Hetta er aðru ferð í ár, at boðað verður frá skottilburði á einum skúla í Tailandi.
Í februar varð ein lærari dripin, og ein næmingur varð særdur á einum skúla í sunnara parti av landinum.
Vápnalógin í Tailandi er strang, og kann tað geva upp í tíggju ára fongsul at hava ólóglig vápn í varðveitslu. Kortini hava fleiri skottilburðir verið seinastu seks árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald