Innanlands

Sjóborg rendi á boripall í nátt

Yvir 200 fólk flutt av boripallinum Statfjord A – ongin mansskaði

Sjóborg (Savnsmynd: Jan Müller)

Sjóborg (Savnsmynd: Jan Müller)

2019-06-07 07:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frálandaskipið Sjóborg hjá føroyska reiðarínum Skansi Offshore var í nátt orsøk til, at 218 av teimum 276 fólkunum á boripallinum Statfjord A máttu flytast av pallinum við tyrlu.

Felagið Equinor, sum rekur pallin, boðaði í tíðindaskrivi í nátt frá, at ongin framleiðsla var á boripallinum, tá Sjóborg rendi á pallin.

Sjóborg var í holt við at lasta við pallin, tá tað av ókendum orsøkum kom út av kós, sigur Skansi Offshore við NRK. Óhappið hendi kl. 01.55 lokala tíð – veðrið var gott. Sjóborg setti kós móti landi beint eftir óhappið. 12 mans eru við føroyska frálandaskipinum.

Eitt norskt tilbúgvingarskip hevur sett kós móti pallinum fyri at kanna skaðan. Fyribils eru ongi tekin um dálking frá pallinum, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder