2026-08-08 09:35
Bilurin, sum endaði í einum ferðsluóhappi í Kaldbaksbotni beint fyri middag í gjár, fekk stóran skaða, men fólkini í bilinum fingu ikki stóran skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Talan var um eitt soloóhapp, har bilurin endaði við at koyra út av vegnum. Hvør orsøkin er, veit løgreglan ikki at siga.
Tvey fólk vóru í bilinum, og tey vórðu koyrd til kanningar.
Neyðugt var at steingja vegin eina løtu fyri at fáa bilin av staðnum. Talan var tó bert um einar seks minuttir, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald