2026-08-09 11:14
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur hevði rent á eini hús.
Óhappið var hent millum klokkan hálvgum fimm og fimm um morgunin men varð ikki meldað fyrr enn klokkan 13.
Bilførarin hevði onga frágreiðing um, hví hann ikki boðaði frá óhappinum beinanvegin.
Tvey vitni høvdu eisini sæð hendingina, men tey hildu bæði, at hin fór at melda óhappið, og tí boðaðu tey ikki løgregluni frá, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bæði bilurin og húsini fingu skaða, men eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald