Innanlands

Fleiri tiknir í ferðsluni í gjár

Tveir bilførarar koyrdu skeivan veg á einsrættaðum vegi, ein koyrdi ávirkaður, og ein hevði ikki rætta koyrikortið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-10 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í norðurøkinum, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.

Í Bøgøtu í Klaksvík vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni á einsrættaum vegi. Tað fáa teir klipp í koyrikortið fyri.

Eisini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og í Eysturoynni varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kampingvogni, uttan at hann hevði rætta koyrikortið.

Tá bilur og viðfestisvognur viga yvir 3.500 kilo, er neyðugt við sonevndum B/E-koyrikorti, og tað var tað ein bilførari, sum ikki hevði, tá hann varð steðgaður í gjár, og fær hann í øllum førum eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder