Uttanlands

Trump: Samráðast partvíst við Iran

Boð koma aftur og fram umvegis meklarar, men talan er ikki um veruligar samráðingar, sigur iranski uttanríkismálaráðharrin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Eric Lee/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Eric Lee/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-10 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA samráðast bert partvíst við iran, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í samrøðu við miðilin Axios.

Fráboðanin hjá Trump kemur, eftir at iranski uttanríkismálaráðharrin hevur víst aftur, at Iran og USA eru farin undir veruligar samráðingar.

Boð koma aftur og fram umvegis meklarar, sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.

Araghchi sigur, sambært Reuters, at partarnir fara ikki undir samráðingar, so leingi sum USA fremur brot á rammuavtaluna frá juni.

Um vikuskiftið kom Iran við fleiri krøvum til USA. Hormuzsundið, sum er ein týðandi flutnignsleið fyri olju, og sum hevur verið stongt í longri tíðarskeiðum undir krígnum millum USA og Iran, letur ikki uppaftur, fyrr enn USA góðtekur øll krøvini.

Tað boðaði iranska kollveltingarverjan frá.

Krøvini hjá Iran eru, at amerikanski stongsulin av iranskum havnum skal steðgast, amerikonsk revsitiltøk móti Iran skulu avtakast, USA skal taka herfólk síni úr økinum kring Iran, og USA skal rinda Iran endurgjald fyri krígsskaðar.

Eisini skal iransk innifryst ogn leysgevast, og álop á sameindum hjá Iran í Miðeystri skulu steðgast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder