Innanlands

Brekrættindasáttmálin skal við í lógararbeiðið 

- Brekrættindasáttmálin eigur at vera eitt virkið amboð í øllum lógararbeiði, vísir Brekumboðið á í áheitan til løgtingið

Eilif M. Arge, Brekumboð (Savnsmynd)

Eilif M. Arge, Brekumboð (Savnsmynd)

2026-08-11 10:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið.

Brekumboðið heitir nú á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður tikin við í lógararbeiðið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir.

- Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari við sáttmálan. Heldur eigur at verða greitt frá, hvørjar ásetingar í sáttmálanum uppskotið byggir á, og hvussu tað ávirkar rættindini hjá fólki, ið bera brek, skrivar Brekumboðið, og heldur fram.

- Tá hetta verður ein fastur partur av fyrireikandi lógararbeiðinum, styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. 

- Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki.

Føroya Løgting samtykti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í 2009. Tí eigur sáttmálin eisini at vera eitt virkið amboð í øllum lógararbeiði, sum snýr seg um rættindi og livikor hjá fólki, ið bera brek. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder