Mentan

Belgiskt kvøld á ROKS

Tríggir ungir belgiskir gastronomar taka yvir matstovuna Roks leygarkvøldið

Belgisku gastronomarnir á Roks, Mathéo Coosemans og Loïc Gallot

Belgisku gastronomarnir á Roks, Mathéo Coosemans og Loïc Gallot

2026-08-12 11:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 15. august bjóðar matstovan Roks í Gongini í Havn til eitt heilt serligt kvøld, har Belgia og Føroyar møtast.

Tríggir ungir belgiskir gastronomar – tveir kokkar og ein sommelier, sum vanliga teljast millum fremstu nøvnini í belgiskari gastronomi – taka yvir matstovuna ROKS í eitt kvøld.

Belgiski kokkurin François Masson, stovnari av Detail – eitt nýskapandi matstovuverkstað – kemur saman við belgisku starvsfólkum á Roks, Mathéo Coosemans og Loïc Gallot, at standa fyri einum forkunnugum six-hands døgurða, har belgisk matmentan verður fagnað við sermerktum føroyskum rávørum.

Teir hava samansett eina serliga matskrá, har djarvar smakksamansetingar, árstíðarbundnar rávørur og skapandi handverk ganga hond í hond.

Til at fullfíggja upplivingina hevur Loïc Gallot, sommelier á ROKS, sergjørt eina belgiska drykkjuskrá við víni, øli, brúsandi víni – og onkrum yvirraskilsi eisini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder