Sunnudagin 16. august verður deyvagudstænasta við Helena Gade, deyvapresti.
Helena er fyrsti deyvi deyvaprestur, sum er sett í embætið í donsku fólkakirkjuni. Hon varð prestvígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn tann 31. august og skipað í embætið í Døves kirke á Frederiksberg 7 september, 2025.
Nú kemur hon til Føroyar og fer, saman við fyrrverandi deyvapresti, Jónsvein Bech, at hava deyvagudstænastu í Havnar kirkju.
Hetta verður tann 16. august klokkan 11. Gudstænasta er á teknmáli, men verður tulkað til talu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald