Í samband við at komandi útgávan hjá Eivør, “Tungl”, kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Nú er avgerð tikin um at seta eina eykakonsert á skránna.
Eykakonsertin verður fríggjakvøldið 16. oktober, og atgongumerki kunnu nú keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Hetta verður fyrsta konsertin í longu konsertrøðini, ið liggur fyri framman í sambandi við nýggju útgávuna. Konsertferðin spennir víða. Fyrst Norðurlandahúsið og síðan verður farið til Íslands – annað heimið hjá Eivør – har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Evropa.
Um komandi útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá :
- Hendan útgávan stendur hjarta mínum sera nær, og eg gleði meg ótrúliga nógv at hátíðarhalda nýggju útgávuna á heimavølli saman við tykkum og júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum.
Eivør greiðir víðari frá, at nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og at hon á mangan hátt er sprottin víðari úr undanfarnu útgávuni, “Enn”, ið kom út í 2024.
- Ímeðan “Enn” skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini.
Longu nú ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini.
Og longu 19. august verður triðja staklagið leysgivið!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald